Langomma og ommudidd vóru niðri í DK og vitjaðu, og í tí sambandi bjóðaði langomma okkum øllum út at eta, og eg slapp eisini við :O) Á hesi mynduni eri eg við at taka okkurt, sum eg ikki skal, sum tit nokk síggja á ommusu andliti... he he
Vit ganga til mammubólk við hesum fittu diddunum :)
Um man ikki fær eta, tá ið man er svangur, má man noyðast við ein kjálka... ;o)
Síðsta vikuskifti fóru vit 3 ein túr yvir til Malmø :)
Onkel-Rani hevði eitt lekkurt føroyskt tjógv við, sum babba stokti í ovninum...hevði eg bara kunnað smakkað tað...
Nú dugi eg at halda í bibbunum...
...og at koyra tær í munnin ;)
Tað dámar mær væl, sjálvt um tær ofta eru nokk so súrar...hi hi ;o)
Í gjárkvøldið sovnaði eg í fanginum á mammu - var eitt sindur móð, tí hevði verið hjá lækna og blivin stungin :( Men fekk heldigvís ikki febur :)







