Eg og mamma hildu nýggjár hjá Bárugummu, Elin & Tór.
Eg stórhugnaði mær og sovnaði ikki fyrr enn kl 23, men náddi at fáa ársskiftið við, tí eg vaknaði aftur kl 23.58 og tímdi so ikki at sova aftur fyrr enn kl 2 um náttina...ein ordans bandit ;) Men stuttligt hevði eg tað so í øllum førum. Í dag havi eg hjálpt mammu at gera døgurða - myndir koma í vikuni ;)
Bára gumma gjørdi alvorliga lekkran mat
Eg og Elin kappast um at hava bóltin
Sum tit síggja, varð kjøtið stokt til perfektión :0)
Eg fari eisini at verða handbóltsspælari ;0)
Vit vóru 4 børn - og vit hugnaðu okkum óført úti í hesari gongini
Og so fingu vit eisini chips...
Yummi....
Eitt stórt chips til mín ;0)
Eg eri orduliga skrøpp - nú tori eg at kela Sasju :)
Eg, Elin, Uni & Rógvi sita og hugna okkum við dessert
Tað var ongin ísur til mín, so eg fekk eina kransakøku ístaðin...
Men hon smakkaði eisini væl :)
Mamma hevði gjørt ein kaffi/daim-ís við stjørnukastarum í
Gott nýggjár øll somul - 2012 :0)






























