fredag den 30. juli 2010

Mínar fyrstu 3 vikur (DK)

Fyrstu ferð eg fari í bað - mær dámar hettar onki serligt...


Hvat er hettar fyri nakað??? Gott babba heldur fast í mær!!!


Abbi ger eina jarðberlagkøku til babba, tá ið hann kemur heim frá arbeiði - hann fyllir 32 ár í dag :)


Babba hevur fingið ein stóran pakka...


Cognac-gløs - hann sær væl nøgdur út  ;-)


Happy camper :O)


Abbi og Katrin-omma royna tey nýggju cognac-gløsini :)




Føðingardagsbarnið skuldi eisini royna tey nýggju gløsini :)


Marina kom í føðingardag hjá babba :o)


Eg fái mær ein lítlan lúr, meðan gestirnir eta føðingardagskøkur


Abbi hevur gjørt sær eitt lítið kontór á gólvinum :)


Vit 3 (fyrst myndin av okkum trimum saman)


Eg lulli hjá abba :)


Eg og mamma




Akkurát verið í bað


Væl badlað inn, so eg ikki verði køld


Eg og babba






Hettar er mín nýggja "babygym" (sum babba kallar tað). Hana havi eg fingið frá Báru-gummu og Karin-gummu. Her eri eg nakað lítil enn at brúka hana, tí eg dugi ikki rættuliga at fokusera enn, men stuttlig er hon :)



Eg lulli hjá mammu :)




Heidi og Johnny komu at vitja okkum, áðrenn vit fóru heim til Føroyar. Heidi eigur her eina lítla diddu, sum eg fari at spæla við, í búkinum. Hon kemur út um 6 vikur.


Johnny øvar seg til hansara lítla didda kemur - tað gongur bara heilt væl :)

Ingen kommentarer:

Send en kommentar