lørdag den 3. marts 2012

Nú er várið komið - enduliga :0)

Babba hevur keypt mær ein scootara :0)


Eg eri orduliga glað fyri hann og koyri sum tað fyrsta hvønn morgun kl 7.00 ;0) 







Mær dámar væl at ganga í húgvu



Og at royna mammusa skógvar ;)



Her eru eg og mamma og vitja Marinu og HC úti á Nørrebro



Marina skal hava ein lítlan baby í summar :0)







Babba hevur gjørt "blåmuslinge", og tað dámdi mær sera væl - eg át heil 11 sjálv - mamma og babba vóru orduliga stolt :0)







Zzzzz....



Eg og mamma hugna okkum við kakao og róma



Tað smakkar orduliga væææl :0)







Rúna-gumma koma at vitja okkum, og hon lærdi meg ein nýggjan góðan sang um eina ballón :)



Her geri eg morgunmat til gubba - eg gjørdi hann HEILT sjálv. Mamma slapp ikki eingong at hjálpa mær at røra...sum eg eri blivin stór, ha? 



Elin verður 5 ár







Eg og mamma



Eg havi fingið eplakøku...yummi :0)











Eg spæli baby saman við einum øðrum "baby", sum eisini eitur Maria :0)



Eg og gubbi spæla






Soleiðis kann man eisini leggja puslispæl - eg elski at leggja puslispæl



Eg hjálpi gubba at vaska upp :0)


Ingen kommentarer:

Send en kommentar